Liðið hjá Gullbrandi Øregaard í næstbestu norsku fótbóltsdeildini, Sandnes ULF hevur spælt seinasta dystin hetta kappingarárið.
Sandnes ULF, ið endaði á einum fimta plássi spældi í kvøld á heimavølli móti Kongsvinger, ið endaði á einum sætta plássi í einum Play Off dysti um rættin at møta Oslo KFUM 8. november.
Sandnes ULF tapti dystin 0-1, og tí verður tað Kongsvinger sum skal spæla móti Oslo KFUM.
Vinnarin av tí dystinum skal spæla ímóti Start Kristiansand, ið endaði á einum triðja plássi. Vinnarin av tí dystinum skal so spæla móti triðaftasta liðnum í bestu deildini.
So vegurin hevði verið langur hjá Sandnes ULF, sjálvt um teir høvdu vunnið á Kongsvinger í kvøld.
Gullbrandur Øregaard fekk tíverri ikki spælitíð í kvøld.
Gullbrandur, ið er 20 ára gamal hevur spælt 14 dystir fyri besta liðið hjá Sandnes ULF hetta kappingarárið.
Við Mikkjali Thomassen við róðrið í Frederikstad, og við Meinhard E. Olsen í Mjøndalen, Rógva Baldvinsson í Bryne, Jann Benjaminsen í Hødd, og Gullbrandi Øregaard í Sandnes ULF verður tað eyka spennandi hjá okkum føroyingum at fylgja við næstbestu norsku fótbóltsdeildini komandi ár.