Gilli Rólantsson hevur verið skaddur í eina tíð, og hevur sostatt ikki verið tøkur hjá Odd Grenland í bestu norsku fótbóltsdeildini.
Í dag endaði Odd Grenland kappingarárið í bestu deildini við einum 3-1 sigri á Stabæk.
Odd endaði á fjórðaftasta plássinum við 33 stigum. Odd hevur trygga fjarstøðu uppá sjey stig niður til gamla felagið hjá Gilla, Brann Bergen sum hevur 26 stig á triðaftasta plássinum. Brann skal spæla uppflytingardystir móti Jerv úr næstbestu fótbóltsdeildini.
Stabæk og Mjøndalen flyta beinleiðis niður í næstbestu deildina.
Bodø/Glimt sum hevur gjørt tað framúr væl í Europa League vann meistaraheitið við 63 stigum.