Liðið hjá Dánjali vann á heimavølli

ÍBV vann á HK í kvøld

Í kvøld tóku Dánjal Ragnarsson og liðfelagarnir í ÍBV móti HK úr Kópavogi úti í Heimey í dysti í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.

 

Tað eydnaðist ÍBV at vinna dystin 32-28. Í steðginum var ÍBV á odda 16-14.

 

Dánjal skoraði tvey mál. 

 

Talan var um góða upphiting hjá ÍBV undan heimadystinum í triðja umfarinum móti eysturríkska liðnum, Krems sum verður spældur leygardagin klokkan 14.30.

 

Krems vann fyrra dystin 30-28.

 

Støðan:

 

   LUJTMörkStig
 1FH11911345:28919
 2Valur10802329:27416
 3Afturelding10712306:26315
 4ÍBV11713349:32715
 5Fram10514307:31211
 6Haukar10505299:26510
 7KA11425304:32210
 8HK11317291:3277
 9Víkingur10307253:2896
 10Grótta10307274:3076
 11Stjarnan10217274:2995
 12Selfoss10208239:2964