Liðið hjá Andriasi var fyri fyrsta tapinum hetta kappingarárið

Wisla Plock fekk trý mál ímóti sær seinasta korterið

 

Landsliðsbakkurin, Andrias Edmundsson var á vøllinum í 89 minuttir, tá lið hansara, Wisla Plock spældi dyst á útivølli í næstbestu pólsku fótbóltsdeildini móti Termalica.

 

Jorge Jimenez legði Wisla á odda átta minuttir undan steðginum. 

 

Termalica javnaði í 55. minutti, men í 72. minutti fekk Dominik Kun Wisla á sigurskós aftur. 

 

Tríggir minuttir aftaná Termalica hevði javnað fekk verjuleikarin hjá Wisla, David Niepsuj seinna gula kortið, so Wisla mátti spæla í meir enn ein hálvan tíma við 10 monnum móti 11 monnum.

 

Termalica javnaði til 2-2 í 75. minutti, og seinastu minuttirnar skoraði heimaliðið tvey mál aftrat. Sostatt endaði dysturin við 4-2 sigri til Termalica.

 

Talan var um fyrsta ósigurin hjá Wisla hetta kappingarárið.

 

Wisla er nummar fýra í deildini við 13 stigum fyri seks dystir.

 

Komandi mánakvøld klokkan 18 tekur Wisla Plock móti Ruch Chorzow á heimavølli.