Tað er øgiligt kæti millum B68 spælararnar. Høgni Madsen, sum var dómari á Svangaskarði, hevur bríkslað fyri síðstu ferð, og máltalvan vísir 2-1. At skálamenn eru sera vónbrotnir er lætt at skilja, tí skálamenn vóru 11 ímóti 10 í fimm korter.
Eitt korter var farið, tá ið B68 miðverjin Nicolai Møller Dohn sá beinleiðis reytt kort. Dómarin metti, at hann tók upplagdan málmøguleika frá gestunum, hóast støðan var 25 metrar úr málinum.
Tá var støðan 1-0 til B68. Málskjútti var sera eyðsýndi Issah Ahmet Latif, sum sendi bóltin í málið við beinleiðis horna úr høgru. Suni Ernstson, sum í dag vardi Skála málið, royndi at fáa fatur á honum, men bólturin fór dygst undir handaru samankomingini.
Í seinna hálvleiki var Skála mest á bóltinum, og fýra minuttir eftir steðgin eydnaðist tað at javna til 1-1. Eftir B68 mistak á egnari hálvu dró Simon Jørgensen fram ímóti brotsteiginum, og tá ið hann smekkaði til úr 17 metrum, smeyg bólturin sær dygst úti við stólpan og í málið.
So kendist dagsskráin at vera, um B68 fór at megna at halda tørn um javnleikin, ella um Skála fór at skora eitt ella fleiri mál aftrat. Skálamenn vóru mest sum støðugt í álopi, men teir høvdu ilt við at vinna upplagdar málmøguleikar.
At gestirnir vóru so altráðir eftir at spenna álopsbogan bar einstakar hálvar kontrastøður til B68 við sær. Og tríggjar minuttir undan leikloki skoraði B68 2-1 sigursmálið. Marjus Nón, sum fýra minuttir frammanundan varð skiftur inn, streyk til baklinjuna í vinstru, og tá ið hann legði bóltin flatt innfyri málið, var miðvallarin Hanus Højgaard, sum var heilt framúr stríðsmaður og undangongumaður, leysur fyri málinum, tá ið hann stýrdi bóltin dygst inn við handara stólpanum.
Síðstu minuttirnar vann Skála fleiri hornaspørk, og í trunka í málteiginum eydnaðist tað at royna ímóti málinum, har tað varð bjargað á strikuni.
Úrslitið ber við sær, at B68 hevur trý stig, meðan Skála framvegis einki stig hevur vunnið.
Í triðja umfari fer Skála vestur til Sørvágs, og B68 fer at spæla í Gundadali ímóti B36.










