Tveir liðfelagar hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu hava longt sáttmálarnar við THW Kiel.
30 ára gamli týski vinstri vongurin og landsliðsleikarin, Rune Dahmke sum hevur spælt við Kiel síðani 2012 hevur longt sáttmálan til 2026.
28 ára gamli franski landsliðsmálverjin, Samir Bellahcene hevur longt sáttmálan við Kiel til 2025.
Komandi dysturin hjá Kiel í týsku bundesliguni verður leiktur 1. februar. Dysturin verður á útivølli móti Gummersbach.
Komandi vikurnar fara leikararnir hjá Kiel at hugsavna seg um EM-endaspælið við teimum ymisku landsliðunum teir umboða.