Kreppan í Libya hevur gjørt, at landið framleiðir munandi minni olju nú, enn tað gjørdi, áðrenn mótmælini ímóti Muammar Gaddafi byrjaðu. Almenna oljufelagið sigur, at undan kreppuni framleiddi Libya 1,6 millión tunnur um dagin, men at nú er tann dagliga framleiðslan komin niður á eina hálva millión tunnur.
Orsøkin er fyrst og fremst, at teir útlendsku oljuarbeiðsmenninir eru rýmdir av landinum, samstundis sum teirra libysku starvsfelagar aftra seg við at fara til arbeiðis.
-Oljuleiðirnar í Libya eru spjaddar víða í oyðimørkini, og nógvir útlendskir arbeiðsmenn eru rýmdir haðani, sigur Shokri Ghanem, sum er formaður í tí almenna oljufelagnum, við tíðindastovurnar.