Libyska loftverjan meint rakt

Rakettirnar, sum amerikonsk og bretsk herskip hava skotið eftir málum í Libya í kvøld, vóru serliga ætlað loftverjustøðun og radarstøðum. Sambært einum amerikonskum talsmanni hevur libyska loftverjuskipanin fingið stóran skaða.

Talsmaðurin sigur, at rakettirnar raktu umleið 20 mál nærhendis høvuðsstaðnum Tripoli og býnum Misrata, sum er 175 kilometrar eystari. Reuters skrivar, at í Misrata raktu rakettirnar eina flogstøð.

USA og Bretland hava umleið 25 herskip og kavbátar í Miðjarðarhavinum, og tað var amerikanska herskipið Mount Whitney, sum samskipaði álopið í kvøld. Samstundis hava fronsk og bretsk flogfør flogið uppi yvir Libya.

Libyska stjórnin sigur, at útlendsku rakettirnar hava rakt sivilmál í Tripoli, og at Muammar Gaddafi hevur gjørt av at lata vápnagoymslurnar upp, so fólkið kann fáa vápn til at verja seg ímóti útlendsku álopunum.