Libya fer at hava ta islamsku sharia-lóggávuna, og stýrisskipan landsins verður grundað á koranina. Tað kunngjørdi libyska tjóðarráðið í dag. Ráðið legði afturat, at tað kemur ikki upp á tal at leggja spurningar um átrúnaðarlig viðurskifti út til fólkaatkvøðu.
Leygardagin verður val í Libya, og hetta er tað fyrsta valið í landinum, síðani Muammar Gaddafi varð koyrdir frá. Í fyrsta umfarið skulu fólk velja eitt ráð, sum skal orða nýggja vallóg og lýsa tjóðartingsval innan eitt hálvt ár. Aftan á tjóðartingsvalið skal landið so hava nýggja stjórn.
Tjóðarráðið, sum er sett saman av umboðum fyri ymsar uppreistrarbólkar, hevur stýrt Libya, síðani Gaddafi fall.