Libya sendir oljuprísin upp ígjøgnum

Ófriðurin í Libya í øðrum londum í Norðuafrika og Miðeystri ávirkar nú av álvara oljuprísin á heimsmarknaðinum. Í dag er prísurin uppi á 104,6 dollarum fyri tunnuna, og so dýr hevur oljan ikki verið síðan fyri fíggjarkreppuna.

-Libya er ein týdningarmikil oljuframleiðari og -útflytari, og marknaðurin stúrir fyri, at framleiðslan fer at steðga upp, sigur greinarin Christophe Barret við Reuters-tíðindastovuna.

Tað er kortini ikki bara støðan í Libya, sum ørkymlar marknaðin. Mótmælini og ófriðurin í Norðurafrika sum heild elvir til ótrygg viðurskifti um framleiðsluna bæði har og í Miðeystri, sigur Christophe Barret og leggur afturat, at Iran er tað næsta stóra vandamálið.

Í Danmark setir benzinprísurin mett í dag. Ein litur av oktan 95 kostar 11,99 krónur.