Libya-fundur í London

Í dag verður Libya-fundur í London, og tá fer bretska stjórnin at gera eina roynd at fáa fleiri lond upp í átakið ímóti Gaddafi-stýrinum. Sum lið í fyrireikingini til fundin hevur David Cameron, forsætisráðharri, tosað við forsetarnar Barack Obama og Nicolas Sarkozy og Angelu Merkel, kanslara, og hann hevur sagt teimum, at Bretland vil fegið hava fleiri lond at taka lut í átakinum í Libya.

Meiri enn 35 lond verða umboðað á fundinum í London í dag, har høvuðsmálið er at tosa um eina framtíðarætlan fyri Libya.