- Um NATO-hermenn koma til Misrata ella til aðrar libyskar býir, verður hetta eitt helviti fyri teir. Libya verður sum ein eldkúla, og tað verður tíggju ferðir verri enn Irak, sigur ein talsmaður fyri libysku stjórnina. Einki bendir á, at Muammar Gadaffi ætlar sær at geva skarvin yvir í stríðnum móti NATO og vesturheiminum, og nú ljóðar, at hann er farin í holt við at venja bæði menn og kvinnur at berjast móti eini møguligari NATO-innrás.
Vestanlondini, sum luttaka í álopunum á Libya, hava fleiri ferðir sagt, at tey fara ikki at seta herfólk á libyska jørð. Men bæði Frakland, Stórabretland og Italia leggja ætlanir um at senda hernaðarligar ráðgevar til landið fyri at hjálpa uppreistrarmonnunum.
- Um hetta verður gjørt, lata vit øllum fólkinum vápn - ikki fyri at berjast móti uppreistrarfólkunum, men móti NATO, sigur talsmaður fyri libysku stjórnina, Mussa Ibrahim.
Hann leggur aftrat, at møguligir vesturlendskir hermenn fara at verða møttir av vápnaðum libyskum monnum og kvinnum - úr ymiskum libyskum fólkabólkum.
Talsmaðurin heldur, at vesturheimurin eigur at trýsta uppreistrarfólkini til at meta um friðaruppskotið hjá Afrikansku Uniónini (AU) - og um hesi ikki góðtaka friðarætlanina, eiga tey í minsta lagi at koma við sínum egnu uppskotum.
Uppreistrarfólkini hava áður gjørt greitt, at tey vilja ikki vita av nakrari friðarætlan, sum ikki hevur við sær, at Muammar Gadaffi letur valdið frá sær.
- Vit vilja eggja uppreistrarfólkunum til at koma við í eina politiska tilgongd - uttan at seta treytir, sigur talsmaðurin, Mussa Ibrahim.