Libya biðið USA um umbering

Leiðslan í Libya hevur biðið amerikonsku stjórnina um umbering fyri álopið, sum kostaði amerikanska sendiharranum í Libya, Christopher Stevens (myndin), lívið í gjárkvøldið. Tíðindastovurnar skriva, at sendiharrin var á veg frá amerikanska konsulátinum í Benghazi, tá onkur skeyt eina rakett eftir bilinum, sum hann var í.

Tríggir aðrir amerikanskir ríkisborgarar lótu lív, tá ein uppøst mannamúgva søkti at konsulátinum í Benghazi at mómæla einum amerikonskum filmi, sum er niðrandi fyri Muhammed profet.

Barack Obama, forseti, fordømdi í dag hendingina í Benghazi. Samstundis ljóðar, at amerikanararnir fara at senda herfólk at verja tær amerikonsku umboðsstovurnar í Miðeystri.

Í gjárkvøldið varð eisini søkt av amerikonsku sendistovuni í Kairo, og eisini har var tað tann nýggi fillmurin, sum fekk øði í fólk.