Libido endurútgivið í Sirkus

Í kvøld varð lýst til endurútgávu í Sirkus í Vágsbotni av Føroya sermerktasta yrkingasavni, sum sagt varð í innkallingini um Libido hjá 72 ára gamla Johan Hot Mortensen frá 1972. 

Fullsett var í hølunum og trappunum, har forlagsstjórin, Hugin Eide, meðan Sunneva skonkti úr barrini, legði fyri við at siga frá um uppafturprentið í 200 eintøkum, hvussu tað bleiv til og um nýskrivaðu eftirorðini hjá Bergi Djurhuus Hansen.

 

Hugin var knapporðaður og eftir hann helt Rói Patursson ein góða og undirfundiga røðu fyri Johan og tíðini, sum tá var. Kári Olsen, beiggi Ova Olsen, sála, greiddi frá, hvussu hann mintist at yrkingasavnið og stensilieringin, sum var prentið, varð gjørt, og hvussu øll tey 28 ørkini vórðu savnað í 100 eintøkum á einum borðtennisborði í kjallaranum í heiminum hjá teimum í Jóanesar Patursonargøtu.

 

##med2##

 

Bergur helt eina stutta men spennandi røðu, har hann, vísandi til nýinnsettu eftirorðini í savninum, kallaði savnið tað helst mest tíðarbæra yrkingasavnið í Havn við nøvnum á nógvum lokalitetum í býnum.

 

Lesið meira á birkblog við at trýsta her!