Føroyingar eru vælkomnir at virka í Liberia og serliga á fiskivinnuøkinum Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri, hevur á síni tænastuferð til til Liberia verið á fundi við Chris Tore, landbúnaðarráðharra, ið eisini umsitur fiskivinnumál, og við Miata Beysolow, vinnumálaráðharra.
Báðir ráðharrar siga, at føroyingar eru vælkomnir at virka í landinum, - og serliga verður víst á ríkidømi í havinum.
-Eg havi fingið gott innlit í føroysku skúlaverkætlanina og tær treytir, hon virkar undir, og eg taki við mær tilboðini á vinnuliga økinum, sum føroyingar hava møguleika at troyta, sigur Jørgen Niclasen í tíðindaskrivi frá uttanríkisráðnum.
Í Liberia hevur hann eisini hitt Walther T. Gwenigale, almanna-og heilsumálaráðharra, eins og ST ovastan fyri trygd og samskipan, Ellen Margrethe Løj.