Liberalisma ella...

Bleiv eitt sindur skakkur, tá eg frætti, at Føroya Løgting enn eina ferð hevur avgjørt at nýta skattaborgarans pening til at bjarga privatum ódugnaskapi. Jú, gløggi lesarin hervur longu kollgitt. Sipað verður við hesum til “sokallaðu” bjargingina av Smyril Line, sum varð dømt at fara seks, sjey ferðir á heysin ta løtuna, tá sáttmálin um byggingina av hesari Norrønu varð undirritaður.

At verandi samgonga finnur upp á slíkt, tað undrar tó ikki. Hon hevur ongantíð og fer heldur ongantíð at hava nakað sum minnir um idoelogisk prinsippir. Tað snýr seg um frá hondini í munnin kryddrað við vinartænastum, og so er tann søgan ikki nógv longur.

Men tá ein sær tveir, sum hava verið nógv Harrans ár í handilsvinnuni, báðir liberalistiskir framherjar í føroyskum politikki. Báðir í kommunalum- og annars eisini í landspolitikki. Teir siga báðir við eitt av bløðum okkara, at tað er púra rætt at nýta skattaborgarans pening til at lofta syndarligum ódugnaskapi, sum privatir vinnulívsmenn bæði hava útint og hava ábyrgdina av.

Tí hevur ein hug at spyrja, um hetta við liberalistiskum grundreglum og borgarligum politikki, bert er galdandi, tá privatir vinna pening. Tá tað snýr seg um at rudda upp og káva útyvir, tá kunnu libralistisku grundreglurnar saktans brótast.

Skal ikki fara í æsir við, hvat liberalisma ella liberalistiskur politkkur er fyri nakað. Skal bert nevna tvær meginreglur, sum eitt ótal av føroyskum politikarum hava víst á og hálovað við hvørt givið høvi. Tann mest siteraða reglan er, at vinnan skal fíggja seg sjálva og tí eisini ráða sær sjálvari. Hin er, at almennur peningur undir ongum umstøðum má geva privatari fyritøku møguleikan fyri kappingaravlagandi vinnuátøkum.

Við at avgera at seta pening í Smyril Line hevur stórur partur av borgarligu politikarum okkara so dyggilig brotið og forsyndað seg inn á báðar oman fyri nevndu meginreglurnar.

Í framtíðini er støða løgtingsins ikki tann, at man skal taka støðu til líknandi umsøkn eina aðruferð. Nei støð tingsins er heldur, hvussu sleppur tað undan, at hetta óskilið endurtekur seg.

Smyril Line hevði ikki meira enn fingið peningin, tá felagið kunngerð, at nú skal veruliga satsast upp á at flyta farm. Og standa onnur flutningsfeløg, skipa- sum flogfeløg sum kánus. Og vit staðfesta, at Føroya løgting enn eina ferð hevur átikið sær leiklutin sum tann, ið stuðlar teimum, sum als ikki hava dugað, til at halda fram.

Men handilsmenninir fáa uttan iva sín ágóða av hesum, og teir eru nógvir í tali í løgtinginum.