Liberalisering á fjarskiftisøkinum

Síðan nýggja lógin um fjarskifti bleiv samtykt fyri trimum árum síðan, er nógv hent á hesum øki. Heili sjey fyritøkur hava hetta seinasta góða árið fingið sokallaðar konsessiónir, ella loyvi, at bjóða út fjarskiftistænastur

Við løgtingslóg nr. 79 frá 23. mai 1997 um fjarskifti, varð grundarlag lagt fyri fríari kapping á føroyska fjarskiftismarknaðinum. 29. november í 1997 varð Fjarskiftiseftirlitið sett á stovn við tí endamáli at umsita hetta málsøki.

Stovnurin bleiv síðan bygdur upp, og 15. mars í fjør fekk Føroya Tele, sum frammanundan hesum hevði havt einkarætt til at reka fjarskiftiskervi, ístaðin eina koncessión, ella loyvi, frá landsstýrismanninum í vinnumálum eftir tilmæli frá Fjarskiftiseftirlitinum.

Við hesum var einkarætturin hjá higartil einasta fjarskiftisveitara í Føroyum ikki bara formelt, men eisini praktiskt avtikin.

Stutt eftir varð konsessión givin til Sp/f MET og síðan tá hava Sp/f Ravmagn, Sp/f Alnót, Iridium, Sp/f Teletænastan og P/F Farodane øll fingið meira og minni umfatandi koncessiónir til at reka fjarskiftiskervi.

Tað mest umfatandi loyvið at reka fjarskiftiskervi er enn tað hjá Føroya Tele. Hareftir eru tey mest umfatandi loyvini tey hjá Sp/f Teletænastuna og Sp/f Alnót.

Stóri munurin millum hesi loyvini er heimildin at reka mobilt fjarskiftiskervi, sum bert Føroya Tele, sum er hevur loyvi til. Men sum viðgjørt í greinini omanfyri, er hetta nú við at broytast.