Liam Killa skiftir til FC Argir

Liam Killa úr Wales skal í komandi kappingarári spæla við FC Argir. Tað skrivar heimasíðan hjá argjamonnum.

20 ára gamli miðvallarin spældi í 2006 og 2007 við íslendska Haukur, men seinasta árið hevur hann verið knýttur at Cardiff City. Hann hevur eisini umboðað Wales á U15, U16 og U19-landsliðnum.

- Liam Killa hevur fingið góð ummæli aðrastaðni frá. Hann er ein fightari, og hann verður ein góður styrkur hjá okkum. Ein fyrimunur er, at hann spælir við báðum beinunum. Tað eru slíkir spælarar, vit hava brúk fyri, verður sagt úr nevndini hjá FC Argir við heimasíðuna.