Óli valdi TB

Tað gjørdist barndómsfelagið, TB, sum vann kapprenningina um landsliðsleikaran, Óla Johannesen

Danska Ekstra-Bladet skrivar í dag, at AGF fram til summarsteðgin lænir Óla Johannsen til TB. Leigumálið fær gildi beinanvegin.


Aftur til røturnar

Sostatt tykist nú greitt, at tað gjørdist barndómsfelagið TB, og ikki GÍ, sum komandi mánaðarnir fáa gleði av fótbóltsevnunum hjá landsliðsleikaranum.

Óli spældi í TB fram til 1996, tá hann gjørdi av at fara til B36 at spæla. Hetta samstundis sum hann var farin undir lestur á Læraraskúlanum.

Við B36 gjørdist hann føroyameistari í 1997, men árið eftir gekk leiðin heim aftur til Tvøroyri, har hann leikti fram til summarið 1999, tá hann og AGF komu ásamt um at gera sáttmála.

Okkum eydnaðist ikki at fáa fatur á Óla Johannesen áðrenn blaðið fór til prentingar.