Lið um lið og langt frá

Hóast ÍF og B36 eru ávikavist nummar sjey og átta á stigatalvuni, so er so sum so við spenninginum undan dystinum, tí ÍF sær út til at hava fingið gongd á, meðan B36 fullkomuliga er uppsteðgað

FÓTBÓLTUR

 

Tá kappingarárið byrjaði, legði B36 út sum eitt ódnarveður og var oddalið fyrstu trý umførini. So kom stígur í, og so líðandi er B36 gliðið longur og longur burtur frá oddasessinum. Nú er støðan hinvegin hættislig á triðniðasta plássinum, tí B36 er liðið, sum bæði KÍ og 07 Vestur hava sett sær fyri at fáa aftur.

ÍF var bragdligast, áðrenn kappingin byrjaði, tí spælt var út við, at liðið fór at blanda seg upp í oddastríðið. So væl hevur tað ikki gingist, men síðstu dystirnar tykist ÍF vera komið væl fyri seg. ÍF hevur vunnið tríggjar av síðstu fimm dystunum, spælt ein javnan og tapt ein, og liðið sær út til at hava framgongd í spælinum.

Framvegis er ÍF ikki 100 prosent tryggjað, hóast tað sær gott út, meðan mótstøðuliðið í kvøld desperat hevur brúk fyri trimum stigum. Eydnast tað B36 at vinna, er tað eitt bakkast fyri liðini aftanfyri, so lítið man vera at ivast í, at gestirnir fara at leggja nógv fyri í kvøld, samstundis sum vertirnir sjálvandi eisini vilja vinna.

ÍF misti tveir miðverjar í dystinum í Gøtu sunnudagin. Fyrst fekk Høgni Zachariassen skaða og læt seg skifta út við Kaj Ennigarð, ið eisini fekk skaða. Høgni er ivasamur til dystin í kvøld, meðan Kaj í øllum førum ikki spælir. Eisini Áki Petersen er skaddur, men hinvegin er Poul Ennigarð klárur aftur eftir karantenu.

Eitt sindur betur stendur til við skaðalistanum hjá B36, sum ikki er so øgiliga langur. Poul Arni Jacobsen er ivasamur, og støða verður í síðstu løtu tikin til, um hann fær spælt ella ikki. Sjúrður Thomassen, sum hevur verið frá við skaða, er ikki klárur aftur fyrr enn í næstu viku.