Í mong ár fingust flestu lastbilar í tveimum høvuðsútgávum, teir við snúta og teir snútaleysu. Seinastu árini eru Scania teir einastu her um okkara leiðir, sum hava hildið lív í snútalastbilunum. Lastbilar við snúta verða framvegis framleiddir, t.d. gera amerikanararnir framvegis lastbilar við langum snúta.
Orsøkin til at framleiðslan av snútalastbilunum er hildin uppat er tann, at eftirspurningurin eftir hesum modellunum er minkaður so nógv, at tað ikki loysir seg at framleiða teir longur. Í 2004 gjørdu Scania minni enn 1.000 lastbilar við snúta av eini samlaðari framleiðslu upp á yvir 50.000 lastbilar.
Fyrr vóru flestu lastbilarnir snútabilar, men seinnu árini er komnar altjóða reglugerðir um hvussu langir lastbilarnir í teimum ymisku støddunum skulu vera. Hetta hevði við sær, at verksmiðjurnar av álvara fóru at satsa upp á lastbilar við stýrihúsinum bygt oman á motorin, fyri at spara pláss. Ístaðin fyri snútan eru stýrihúsini nú í flestu førum víðkaði aftur eftir við t.d. borði og koyggjum til bilføraran.