Ketta hevur 9 lív, verður sagt, men nú sigst, at tað er endaliga liðugt við kvinnubólkinum Pussycat Dolls. Hinar í bólkinum vilja ikki longur arbeiða saman við Nicole Scherzinger, forsangara, ið óivað eisini hevur fingið mest umtalu, og hevur verið mest í ljósinum av limunum í bólkinum, so svartsjúka sigst hava okkurt við skilnaðin at gera.









