Liðugt við NMT 900

Í nýggja árinum verður einki samband við NMT 900 fartelefonir, tí henda skipanin heldur uppat at virka. Talan er um eina doyggjandi skipan og tí verður latið aftur fyri henni, verður upplýst av Føroya Tele

 

Fjarskifti

Tey, sum í løtuni eiga og nýta eina NMT 900 fartelefon mugu hesar næstu dagarnar ringja so nógv sum tilber, tí 1. januar verður eingin at ringja til við teimum telefonunum, tá ið teir verða settar úr gildi, og skipanin gevst at virka.

Í løtuni eru einir 470 NMT 900 felagar í Føroyum, og hesir mugu venja seg við tankan, um at teir mugu nýta fastnet ella annan hátt at samskifta við.

Hjallgrím Hentze, tekniskurstjóri fyri Føroya Tele, sigur, at talan er í roynd og veru um eina doyggjandi skipan, og hetta hevur higartil merkt, at onnur lond hava valt at gevast við hesari skipanini, og tað verður sostakk eisini gjørt í Føroyum.

Føroya Tele hevur ikki gjørt íløgur í NMT í góð seks ár, og tað verður heldur satsað upp á GSM.

Sum heild eru tað nógv viðurskifti, sum gera, at tað ikki loysir seg hjá Føroya Tele og øðrum veitarum uttanlands at hava hesa skipan.

Í løtuni hevur Føroya Tele millum 25 og 26.000 GSM felagar, og tað verður mest sannlíkt eisini henda skipanin sum í framtíðini verður ment og nýtt.

Eisini NMT 450 skipanin verður tikin av. Hetta verður gjørt í seinastal lagi 31. desember í 2006.