Ferðafólk mugu skjótt venja seg við hægri flogprísir. Prísirnir eru alt ov lágir. Flogfeløgini hava trupult at klára seg Prískríggið innan flogferðsluna er við at vera av.
Prísirnir hækka alsamt, og samstundis vísa lágprís-feløgini at kappingin ikki bert fer at snúgva seg um at hava lægsta prísin.
- Vit sóu áður púra garvillar prísir á ferðaseðlum,men nú er steðgur komin í, sigur Kenneth Karskov, sum við fyritøkuni Viviro.com kannar prísir kring allan heimin.
Fyrr slapp ein við at gajdla 2960 kr. úr Keypmannahavn til Bangkok, men slíkar prísir sær ein ikki í dag.
Støðan er hon, at flogfeløgini ikki kunnu lækka prísin enn meiri, - nakað sum tey ferðandi higartil hava notið gott av.
Eitt tekin um broyttu umstøðurnar er flogfelagið Ryanair, sum hevur marknaðarført seg sum støðugt at hava bíligastu ferðaseðlarnar. Nú eru tey farin frá hesum málinum.
- Fyri flogbransjuna er tað eitt gott tekin, at prísirnir gerast støðugir, men tað er ikki sama støðan hjá teimum ferðandi, sum ikki longur fáa tey góðu tilboðini.
- Tað verða framvegis bíligir ferðaseðlar at fáa, men tað er helst liðugt við tí at fáa flogferðirnar fyri lítið og lætt, sigur Kenneth Karskov.