Í býnum Shenzhen í Kina er forboð sett fyri at eta vill djór. Hundar og kettur eru eisini á listanum.
Hetta er ein av mongum avleiðingum, ið eru íkomnar orsakað av koronasmittuni, sum herjar allan heimin.
Granskarar hava víst á, at korona, ella Covid-19, kann vera komið av smittu frá djórum til menniskju, og fyrstu tilburðirnir vóru millum fólk, ið høvdu verið á einum djóramarknaði í kinverska býnum Wuhan.
Ætlandi verður forboðið galdandi frá 1. mai í ár.