Bæði liðini hava av álvara havt vind í seglunum seinastu vikurnar. HB hevur ikki tapt í seinastu fýra landskappingardystunum, og NSÍ hevur vunnið seinastu átta landskappingardystirnar upp í slag.
Fróði Benjaminsen og Jann Ingi Petersen, sum hava fingið sína uppaling á Toftum, eru samdir um, at uppgávan við Løkin í kvøld er torført at loysa.
Fróði Benjaminsen staðfestir, at verandi føroyameistararnir ætla sær at fáa fult í Runavík.
- Vit hava verið oddalið í eina tíð, so vit skulu helst ikki snáva nú. Tí hevur tað øgiliga nógv at siga fyri okkum, at vit vinna dystin. Tað koyrir øgiliga væl hjá NSÍ fyri tíðina, so tí mugu teir ikki sleppa avstað nú. Hetta er sjálvandi ein trupul dystur, men vit fara inn til Runavíkar fyri at vinna, segði Fróði Benjaminsen við Sosialin í gjár.
Jann Ingi Petersen sigur, at NSÍ noyðist at fáa trý stig burtur úr dystinum í kvøld.
- Hetta er ein dystur, sum má og skal vinnast. Vit skulu tora at spæla upp á okkara máta, tí tað hevur riggað væl hjá okkum higartil, og vit mugu frameftir, tí tað er tað, vit duga best. Tað verður ikki lætt, tí HB roynist altíð væl, men vit ætla okkum at vinna hendan dystin eisini, segði Jann Ingi Petersen við Sosialin í gjár.
NSÍ og HB eru ájøvn í stigatali undan dystinum í kvøld.
------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------
NSÍ ? HB 2-0 (0-0)
1-0: Christian Høgni Jacobsen, brotsspark, 80.
2-0: Christian Høgni Jacobsen, 89.
Dómari: Rúni Gaardbo
NSÍ: Andras Gango ? Jonhard Frederiksberg, Johan Troest Davidsen, Jens Joensen, Einar Hansen ? Heðin á Lakjuni (Debes Danielsen), Jann Ingi Petersen, Jústinus R. Hansen, Jann Martin Mortensen ? Klæmint A. Olsen (Karoly Potemkin), Christian Høgni Jacobsen
HB: Marcin Dawid ? Pætur Jørgensen (Jógvan Skeel Nolsøe), Tórður Hreiðarsson, Hans á Lag, Hendrik Rubeksen ? Tór-Ingar Akselsen, Levi Hanssen, Fróði Benjaminsen, Rógvi Poulsen ? Andrew av Fløtum (Milan Kulic)? Símun Samuelsen
1. min.: Dysturin er byrjaður. Tað er veruligur stevnuhýrur í Runavík í kvøld. Nógvir áskoðarar eru til oddadystin, og fótbóltslíkindini eru góð.
5. min.: Liðini hava ikki lagt nógv fyri frá byrjan. Tað er lítil ferð á bóltinum.
6. min.: Heðin á Lakjuni hevur havt fyrstu vandamiklu royndina í dystinum. Hann var fyrstur á bóltinum aftaná innkast frá Einari Hansen, men Heðin á Lakjuni sendi framvið málinum.
15. min.: NSÍ hevur verið við yvirlutan seinastu løtuna. Heimaliðið var fyri løtu síðan nær við at leggja seg á odda. Fyrst royndi Klæmint Olsen seg, men Marcin Dawid vardi fyri. Løtu seinni stóð Christian Høgni Jacobsen væl fyri í brotsteiginum hjá HB, men hann sendi bóltin upp um málið.
21. min.: Heimaliðið er meira á bóltinum, men spælið er í løtum sera tilvildarligt. Serliga hava gestirnir trupult við at varðveita bóltin, tá teir eru á honum. NSÍ hevur hinvegin víst betri tol. Tað hava verið fáir málmøguleikar.
30. min.: Leikliga hava liðini verið lítið sannførandi. Hinvegin er stríðsviljin framúr. NSÍ er meira skipað og fjølbroytt í uppspælinum, og HB hevur sjáldan lagt heimaliðið undir trýst.
38. min.: Leikgongdin er hin sama. NSÍ roynir at spæla seg til møguleikarnar, og HB dúvar upp á skjótálop. Møguleikarnir eru framvegis fáir, men stríðsviljin er fyrimyndarligur.
43. min.: NSÍ hevur verið sera nær við at leggja seg á odda. Klæmint Olsen stýrdi bóltin við høvdinum móti málinum, men gestnir bjargaðu á málstrikuni. HB rennur framvegis meira aftaná bóltinum.
45. min.: Hálvleikur. Tað er framvegis málleyst í Runavík. NSÍ er komið nærri málinum. HB smæðist ikki burtur, men tað seinasta restar í hjá gestunum. Tað er lagt upp til ein áhugaverdan seinna hálvleik.
46. min.: Seinni hálvleikur er byrjaður. HB hevur vindin undan nú. Venjararnir hava onga broyting framt í hálvleikinum, men Milan Kulic, HB, er farin at hita upp.
47. min.: Tað var um reppið, at NSÍ legði seg á odda beinanveg aftaná hvíldina! Heðin á Lakjuni sendi innfyri úr vinstru, og bólturin brast á innaru síðuna av handara stólpa og út aftur í spæl.
56. min.: HB hevur framt sína fyrstu útskifting. Milan Kulic hevur loyst Andrew av Fløtum av. Gestirnir eru væl við leikliga nú. Dysturin er ferðmikil.
70. min.: Tað hendir lítið í Runavík. HB er omaná leikliga, men gestirnir hava ikki spælt seg til stórvegis møguleikar.
74. min.: NSÍ hevur framt sína fyrstu útskifting. Karoly Potemkin hevur loyst Klæmint A. Olsen av.
75. min.: Marcin Dawid var nær við at gera sjálvmál. Hann tóktist hava fult tamarhald á støðuni, tá hann brádliga misti bóltin á stólpan. Málverjin fekk tó fatur í leðurkúluni aftur.
79. min.: Brotsspark til NSÍ! Hans á Lag rendi mótstøðuleikara um koll í brotsteiginum.
80. min.: MÁL!! Christian Høgni Jacobsen hevur lagt NSÍ á odda! Framherjin var svikaliga tryggur úr ellivu metrum. Hann sendi bóltin mitt í málið.
87. min.: Bæði liðini hava skift út. Heðin á Lakjuni er farin út, og Debes Danielsen eru komin inn fyri NSÍ. Jógvan Skeel Nolsøe hevur loyst Pætur Jørgensen av hjá HB.
89. min.: MÁL!! Christian Høgni hevur økt um leiðsluna! Framherjin smeyg sær framvið mótstøðuleikarum, áðrenn hann smekkaði bóltin framvið Marcin Dawid!
90+3. min.: Liðugt! NSÍ hevur vunnið 2-0 á HB!
Christian Høgni Jacobsen er stóra hetjan í Runavík í kvøld. Hann stóð fyri báðum málunum hjá NSÍ, sum samanumtikið vann uppiborið. Heimaliðið var leikliga omaná í løtum av dystinum, og landsliðsframherjin tók av møguleikunum, tá teir komu.
NSÍ hevur nú vunnið níggju landskappingardystir upp í slag. Sigurin í kvøld hevur við sær, at runavíkingar eru á odda í Vodafonedeildini.
Fyribils støðan í Vodafondeildini er hendan:
1. NSÍ, 28 stig, 13 dystir
2. HB, 25 stig, 13 dystir
3. ÍF, 24 stig, 13 dystir
4. EB/Streymur, 21 stig, 12 dystir
5. Víkingur, 16 stig, 12 dystir
6. B36, 15 stig, 12 dystir
7. B36, 13 stig, 12 dystir
8. B71, 13 stig, 13 dystir
9. AB, 8 stig, 12 dystir
10. FC Suðuroy, 6 stig, 12 dystir
Dystirnir í morgin eru hesir:
B36 - AB
EB/Streymur - Víkingur
B68 - FC Suðuroy