Margrethe Vestager, sum av mongum verður roknað sum krúnprinsessan í Radikala Vinstra, sló í gjár fast, at tey radikalu fara ikki at stuðla sosialdemokratiska floksformanninum sum forsætisráðharra. Hvørki nú ella aftan á næsta val.
Tað eru tveir mánaðir, síðani Radikala Vinstra av álvara byrjaði at loysa sambandið við Socialdemokratarnar við tí, sum í Danmark verður umrøtt sum »tað radikala frælsisbrævið«. Men tá var orðalagið ikki so beinleiðis og ikki so hvassorðað sum nú.
Vit kunnu ikki vísa á Helle Thorning Schmidt sum forsætisráðharraevni hvørki nú ella aftan á eitt val. Gloppið ímillum okkara flokkar er vorðið ov stórt á økjum, sum vit í Radikala Vinstra meta sum avgerandi fyri landið, sigur Margrethe Vestager við internetblaðið Altinget í dag. Sum dømi nevnir hon skattasteðgin, sum Socialdemokratarnir eftir hennara tykki hava ættleitt, men onnur viðurskifti eru eisini so sum skúlamál, útlendingapolitikkurin og partar av rættarpolitikkinum.
Tað herda orðalagið hjá teimum radikalu merkir, at Radikala Vinstra fer ikki at vísa á Helle Thorning Schmidt sum forsætisráðharraevni, sjálvt um flokkarnir á vinstravonginum fáa meiriluta í Fólkatinginum.
Mong tykjast halda, at fingu vit bara eina stjórn undir sosialdemokratiskari leiðslu, høvdu vit sloppið av við nógv av tí ónda, sum vit hava nú. Men vit duga ikki at hoyra nakað, sum bendir á, at tað er so, sigur Margrethe Vestager við Altinget.
Radikala Vinstra fer undir ongum umstøðum at vísa á nakað forsætisráðharraevni uttan sín egna formann, Marianne Jelved, leggur Margrethe Vestager afturat.
Politiski framsøgumaðurin hjá Sosialdemokratunum, Hanrik Sass Larsen, segði við DR í dag, at hann er harmur um boðini frá teimum radikalu.
Avleiðingin av hesum er, at ein atkvøða fyri teimum radikalu er ein atkvøða fyri Anders Fogh Rasmussen, segði hann.