Libyski stjórnarherurin tekur seg fram har eysturi í landinum og nærkast Benghazi, sum er høvuðsbýur hjá uppreistrarmonnunum. Saif al-Islam, sum er sonur libyska einaræðisharran, Muammar Gaddafi, sigur nú, at tann seinasta mótstøðan verður niðurbard innan tvey samdøgur.
New York Times skrivaði í morgun, at stjórnarhermenninir hava tikið býin Ajdabiya, sum uppreistrarmenninir hava havt ræðið á.
Í einari sjónvarpsrøðu í gjárkvøldið segði Muammar Gaddafi, at teir demokratisinnaðu uppreistrarmenninir verða fullkomiliga ruddaðir burtur av landkortinum.
-Er hetta ein útlendsk samansvørjing, fara vit at jarðleggja hana. Er tað ein innanríkis samansvørjing, fara vit at jarðleggja hana, segði Gaddafi í røðuni.