Liðugt á jólum

Nýggi vegurin, sum verður gjørdur oman fyri Velbastað, verður liðugur á jólum

Velbastað:Vegagerðin oman fyri Velbastað gongur eftir ætlan, og liðugt verður á jólum, sigur Flóvin Jacobsen, verkfrøðingur. Talan er um vegastrekkið frá nýggja vegnum sunnan fyri Velbastað og niðan á Velbastaðháls.

Tað er partafelagið Á Heygnum í Søldarfirði, sum stendur fyri vegagerðini.

Vegastrekkið, sum er umleið tveir kilometrar til longdar, varð boðið út, og partafelagið Á Heygnum beyð sær til at gera arbeiðið fyri seks milliónir krónur. Hesa kostnaðarmeting fara teir at klára at halda, sigur Flóvin Jacobsen.

Hann sigur, at upprunaliga ætlanin var, at arbeiðið skuldi vera liðugt í juni í ár, og tað høvdu teir eisini klárað, um upprunaætlanin varð fylgd.

Men seinni varð so komið eftir, at tað var í grundini synd at leggja vegin mitt gjøgnum eitt fríøki, sum er á Velbastaðhálsi. Har plaga fólk at sigla við modelskipum á tjørnini, meðan onnur flúgva við smáum flogførum vestan fyri vegin. Tí varð valt at broyta vegføringina, soleiðis at vegurin fer eystan fyri tjørnina.

Tað gjørdi so, at áðrenn komið varð niðan á Vesbastaðháls fyri vestan, var neyðugt við einum bugi suður á, fyri at ikki skuldi verða alt ov krapt sving, tá komið varð niðan á.

Hetta hevði so við sær, at arbeiðið varð eitt sindur seinkað. Men Flóvin Jacobsen sigur, at eftir hansara meting er hendan nýggja vegføringin nógv betri enn tann upprunaliga ætlaða.

Hinvegin hevur broytingin ikki ávirkað nakað sum so, tí teir hava verið í Kirkjubø og gjørt eitt parkeringspláss, soleiðis at kalla meðan bíðað varð.

Flóvin Jacobsen sigur, at teir hava bara brúkt bíligt tilfar, um ein kann siga so. Fyrst og fremst sjálvandi slíkt, teir hava fingið burtur úr sprongingum í samband við vegagerðina. Men eisini avlopsgrót frá havnargerðini á Gomlurætt, sum ligið hevur við ferjuleguna og bíðað eftir at verða brúkt.

Smáa grótið, sum lagt verður ovast, er flutt av Lambareiði við skipi á Gomlurætt, haðani tað verður koyrt við lastbilum til vegagerðina.