Liðugt hjá Kjeldbjerg

Síðani TV3 fyri nøkrum árum síðani keypti rættindini at senda frá donsku superliguni, hevur Jakob Kjeldbjerg verið fastur fúsur í mongum føroyskum sjónvarpsstovum.
Hvørt sunnukvøld ? meðan kappingin hevur verið í gongd ? hevur hann sagt frá, hvussu gongdin hevur verið í ymsu dystunum, eins og nógvir aðrir forvitnisligir tættir viðvíkjandi donskum fótbólti hava verið tiknir upp.
Nú er hetta tó liðugt. Annan páskadag takkaði Kjeldbjerg fyri seg, og framyvir verður tað Peter Piil, sum fer at hava høvuðsleiklutin í onside-stuidonum.
Heilt burtur frá sjónvarpinum fer vælumtókti Kjeldbjerg tó ikki. Í næstum fer hann nevnliga undir upptøkurnar til næstu sendirøðina av Robinson-ekspeditiónini, har hann er maðurin, sum skal loysa Thomas Mygind av.