Liðugt eftir 41 ár

Kirstin Hansen letur nú Wrangler Shop aftur.

 

Eftir 41 ár er tað liðugt. Býarmyndin Wrangler Shop letur aftur í komandi viku, skrivar torshavn.fo.

 

Kirstin Hansen og Wrangler Shop eru býarmyndir, sum nærmast hvørt menniskja kennir. Men nú hósdagin í komandi viku letur Kirstin handilin aftu. Ognin í Niels Finsens gøtu 23 er seld og annað virksemi verður í húsinum.

 

Annika Olsen, borgarstjóri, var á gátt í morgun við einum blómutyssi, fyri at takka Kirstini fyri trúgva tænastu í miðbýnum seinastu 41 árini.