Liðug á Fiskivinnuskúlanum

Og 1. juli fara fýra næmingar til Skotlands at umboða føroysku litirnar í European Business Game

SKÙLAR

Hósdagin 27. juni kl. 14 fáa ellivu næmingar handað prógv í hægri útbúgving innan fiskivinnu (stytt: HIF). Kaj Leo Johannesen, løgtingsmaður og fiskasølumaður, heldur røðu fyri næmingunum.
Í ár eru liðin ellivu ár síðani, at teir fyrstu næmingarnir fingu prógv frá Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna. 116 fólk hava síðani tikið endaligt prógv á skúlanum.
Seinnu árini hevur ein av aðaltáttunum hjá Fiskivinnuskúalnum verið European Business Game, sum skúlin í fleiri ár hevur vunnið. Lið frá skúlanum hava eisini vunnið evropeisku kappingini.
Aftur í ár eru tað næmingar av Fiskivinnuskúlanum, sum skulu tørna út fyri Føroyar og føroyskar skúlar. Teir fýra næmingarnir, sum er á liðnum, fara 1. juli til Skotlands at luttaka í evropeiska endaumfarinum av kappingini. Kappingin verður í býnum Inverness, og møguleikarnir at vinna skuldu verið góðir.
European Business er ein kapping, har ein bólkur av næmingum skal gera eitt fiktivt virki við einum fiktivum produktið, men alt skal gerast sum um, at tað er veruligt. Roknskapir, skráseting v.m. skal alt gerast.

Nýggj útbúgving
Nógv hevur verið at hoyrt um Fiskivinnuskúlan seinastu vikurnar, tí hølisviðurskiftini ikki eru nøktandi, men tað var ætlaða keypið av bygningi heldur ikki.
Hvussu er og ikki, so byrja sum støðan er nú sekstan nýggir lærlingar á Fiskivinnuskúlanum í Vestmann eftir summarfrítíðina. Jú, talan er um lærling. Tað er átta alaralærlingar og átta fiskavirkarar. Nøvnin siga kanska mest í sær sjálvum um, hvat lærlingarnir skulu læra um í lærutíðini. Talan verður um, at lærlingar vera eitt ár og tólv vikur á skúlanum, har teir skulu hava lærugreinir á C-støði, sum er lægsta støði á Fiskivinnuskúlanum.
Útbúgvingin byrjar, hóast myndugleikarnir ikki hava fingið greiðu á, hvar og hvussu verður við Fiskivinnuskúlanum.
Útbúgvingin er úrslit av samstarvið millum myndugleikarnar, skúlan og vinnuna.