Nú er stóra kanningararbeiðið av sild í Norðuratlantshavi liðugt. Heitið á verkætlanini er HerMix, og verkætlanin byrjaði í 2009.
Sjey granskingarstovnar og vinnufyritøkur í Íslandi, Føroyum, Noregi og Danmark tóku seg saman fyri at kanna sildina í Norðuratlantshavinum frá 2009 til 2012.
Høvuðsendamálið við kanningunum var í fyrsta lagi at menna genetiskar markarar, so til ber at DNA-eyðmerkja sildastovnarnar og harvið minka um vandan at ovurfiska einstakar stovnar, ið eru illa fyri, og í øðrum lagi at skipa fiskiskapin soleiðis, at meiri fæst burturúr fíggjarliga.
Ætlanin var at nýta genetiskar markarar, kallaðir microsatellittar. Hesir markararnir vístu seg ikki at hava nóg stóran sundurgreiningarmátt til at skilja millum teir stóru havbeitandi sildastovnarnar.
Aðrar rannsóknir, umfatandi kanning av vakstrarferð og greining av nytruáringum, vístu tó greiðan mun millum ávísar sildastovnar. Tey reiðiliga 4500 savnaðu sildagrundsýnini verða í næstum nýtt til at menna eitt nýtt slag av markarum. Hesir nýggju markararnir kallast SNP-sar, ið verða mettir at hava størri sundurgreiningarmátt enn microsatellittar.
Náttúruvísindadeildin á Fróðskaparseturi Føroya og Havstovan luttøku virkin í HerMix sildaverkætlanini. Luttikið varð í arbeiðinum at fáa til vega fígging, savna sýni og greina sýnini.
Samlaði kostnaðurin av verkætlanini var 2,5 milliónir Dkr. Føroyski fíggingargrunnurin Fiskivinnuroyndir stuðlaði verkætlanina fíggjarliga við 200.000 Dkr, og AG-fisk hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum (NMR) við 900.000 Dkr. AG-fisk er ráðgevandi vísindabólkur hjá NMR.