Útiseti
Um vikuskiftið verður seinasta umfarið í næst bestu donsku deildini leikt, og millum dystirnar í hesum er heimadysturin hjá Hvidovre ímóti Randers Freja.
Umframt at vera seinasti dysturin hetta kappingarárið, so verður hetta eisini seinasta høvið hjá viðhaldsfólkunum hjá Hvidovre at siga farvæl við fleiri av leikarunum, sum hava mannað liðið seinnu árini. Peter Schmeichel hevur sum kunnugt slept ætlanunum um at gera Hvidovre til eitt stórt felag, og tískil verða flestu av sáttmálabundnu leikarunum noyddir at finna sær annað starv í summarsteðginum.
Ein av leikarunum, sum ikki longur hevur sáttmála við Hvidovre er Óli Johannesen, men hóast hetta, so hevur metmaðurin á landsliðnum á ongan hátt slept ætlanunum um at halda fram sum yrkisleikari.
- Vit kanna í løtuni ymsar møguleikar, og tó at eingi ítøkilg tilboð eru á borðinum, so hava ymsir følarar verið, so tað tykist ikki vera heilt ógjørligt, at eg fari at halda fram sum yrkisleikari, sigur Óli.
Tvørámaðurin hevur áður sagt, at um hann skal halda fram í donskum fótbólti, so skal hetta vera sum fulltíðar leikari. Sum fíggjarstøðan er hjá flestu av smærru feløgunum í dag, so kundi hetta bent á, at talan verður um fótbólt í superliguni, og tað er so avgjørt ikki nakað, sum verður avsannað.
- Tað er púra klárt, at tað ikki eru nógv feløg uttan fyri superliguna, sum hava ráð at hava fulltíðar leikarar, so eg vóni sjálvsagt, at talan verður um superligufótbólt. Enn er sum sagt einki greitt. Jákup í Stórustovu og eg royna í løtuni at kanna ymsar møguleikar. Meira enn tað fái eg ikki sagt í løtuni, men sum sagt, so vil eg fegin halda fram sum yrkisleikari í nøkur ár afturat sigur Óli Johannesen at enda.