B36 er í hesum døgum í Turkalandi. Hóskvøldið skal B36 spæla seinna dystin móti Besiktas í 2. undanumfarinum í Europa League kappingini. Hópurin fór avstað ólavsøkudag, og hevur síðani búð á luksusgistingarhúsi í Istanbul.
Les eisini: Ryan Babel - Hetta var ein góð uppliving
Fyri B36 kemur tað væl við, at Eli F. Nielsen er tøkur aftur. Hann hevði leikbann í fyrra dystinum, men kemur nú inn á miðvøllin. Alex Mellemgaard mátti lata seg skifta út í fyrra dystinum móti Besiktas, tí hann føldi eitthvørt í baklærinum. Hann er ivasamur. Eisini er Hannes Agnarsson ivasamur. Hann hevur sitið uttanfyri síðani sigurin á St Joseph’s á Gibraltar við eini fibur.
Les eisini: Alex Mellemgaard - eg eri ivasamur
- Vit umhugsa nakrar støður. Spælir Alex Mellemgaard ikki, verður Erlendur Magnusson fluttur aftur á bakkin. Eli F. Nielsen kemur inn á verjukenda miðvøllin, men spurningurin er so, um vit lata Magnus H. Jacobsen spæla ein seinasta dyst, áðrenn hann ferð til Portugals, sigur Jákup á Borg.
Ungi miðvallarin er sum skilst ávegis at skifta til Pacos de Ferreira í næstbestu deildini í Portugal.
Przybylski inn frá byrjan
Eisini er eitt ivamál í álopinum, eftir at B36 í nøkrum førum megnaði at hótta Besiktas, eftir at Michal Przybylski kom inn fyri Kaimar Saag í fyrra dystinum.
- Kaimar Saag er nakað slitin í løtuni, so tað er ein møguleiki, at vit velja Michal Przybylski. Hann hevur eisini nakað meiri av ferð, sum gagnar okkum, tá Besiktas stendur so langt frammi á vøllinum við verjuni, sigur Jákup á Borg.
Hann leggur afturat, at hetta er ein stór uppliving fyri spælararnar og at hann ynskir, at allir sleppa upp í part.
- Vit eru framvegis har, at tað má ikki blíva flovisligt. Um vit kunnu klára okkum eins væl sum á heimavølli, so er tað gott. Vónin er, at tað kemur at líkjast meiri tí, sum vit sóu í seinna hálvleiki, sigur venjarin og leggur afturat:
- Vit vita væl, at umstøðurnar eru verri. Vøllurin er størri, vit spæla á grasi og talan verður um ein fjøld, ið krevur at vit verða hølvaðir av, men hetta skal eisini verða ein uppliving fyri okkum, sigur Jákup á Borg.
Besiktas og B36 spæla í annaðkvøld á Vodafone Park í Istanbul í Turkalandi. Dysturin byrjar klokkan 19. In.fo hevur beinleiðis frásøgn.









