Óli svimur í gulli

Óli Mortensen hevur vunnið tvey gullheiðursmerki um vikuskiftið

Føroyski svimjarin, Óli Mortensen, hevur um vikuskiftið vunnið tvey gullheiðursmerki á eystaru donsku økismeistarastevnuni á stuttgeil. Hann vann gull á teinunum 800 og 400 metrar frí, skrivar svimjing.com.

Fríggjadagin vann hann 400 metra frí við tíðini 3:53.93. Hetta var eisini skjótari enn skjótasta tíð í vestaru útgávuni, har Andreas Hansen svam skjótast við 3:54.70. Í gjár endurtók hann bragdið á 800 metra frí, tá ið hann í Gladsaxe svam teinin uppá 8:05.60.

Hann vann eisini silvur á 1.500 metra teininum leygardagin og liðið hjá honum, Kvik Kastrup, vann silvur á 4x200 metrum frí.