Liverpool liðskiparin, Jordan Henderson, noyddist longu av vøllinum aftaná 13 minuttir, tá Liverpool tann 22 december spældi ímóti Arsenal í Premier League. Og í dag er greitt, at talan er um ein rímiliga drúgvan skaða hjá Liverpool liðskiparanum.
Liverpool Echo, ið fylgir Liverpool neyvt, skrivar í dag, at Jordan Henderson ikki fer at vera tøkur hjá Liverpool allan januar mánað. Blaðið skrivar, at Jordan Henderson hevur fingið ein vøddaskaða í baklærið og tískil situr uttanfyri í umleið 6 vikur.
Sostatt missir Jordan Henderson dystir hjá Liverpool móti Manchester City, Leicester, umframt FA Cup uppgerðina móti grannunum úr Everton. Tað væntast tó, at Jordan Henderson fer at vera klárur, tá Liverpool tann 14 februar fer at spæla áttandapartsfinalu móti Porto í Champions League.