HB boðar undan finaluni um Løgmanssteypið frá, at liðskiparin í felagnum ikki spælir fótbólt komandi kappingarár. Jógvan Rói Davidsen hevur verið ein drúgvur tænari fyri HB á høgra bakkinum, men í ár hevur spælitíðin verið minni, og hann hevur meiri um at verða uttanfyri vøllin.
Stríðssinnaði høgri bakkurin hevur egna fyritøku og fótbólturin krevur nógva tíð. Hann hevur spælt fast á besta liðnum hjá HB síðani miðskeiðis í 2011. Hann hevur vunnið mangt HB-hjartað við sínum stríðshuga og ágangandi spælistíli á høgra bakki.
Hann hevur spælt 262 dystir fyri besta liðið hjá HB. Hann bleiv eisini úttikin til A-landsliðið, men tað bleiv ongantíð til ein landsdyst. Jógvan Rói Davidsen er 29 ár, nú hann takkar fyri seg á besta liðnum hjá HB.
##med2##
Beinleiðis frásøgn
FM1 og In.fo hava beinleiðis frásøgn frá finaluni um Løgmanssteypið. FM1 Byrjar at senda klokkan 15. Á In.fo beinleiðis tekstfrásøgn í samstarvi við Dystir.fo. Seinni koma myndir, samanumtøkur og ljóðbrot á In.fo.
##med3##