NSÍ vann í dag 6-1 á ÍF í fyrsta dystinum í fjórða umfari í Effo-deildini. Fyri ÍF var talan um óvanliga vánaligt avrik, har serliga seinasti hálvi tímin var lakur.
Les eisini: (Video) Ársins mál og samandráttur
- Eftir hatta stndur tú eftir og er flóvur og irriteraður, sigur Jan Ó. Ellingsgaard, sum var liðskipari hjá ÍF í dag.
Les eisini: (Video) Málið var tilætlað
Eitt skifti minkaði ÍF um munin til 2-1, men tað hjálpti lítið, tí NSÍ skoraði beint aftaná.
NSÍ-ÍF 6-1 (2-0)
1-0: Klæmint A. Olsen 3.
2-0: Einar Tróndargjógv 16.
2-1: Clayton Soares 59.
3-1: Árni Frederiksberg 61.
4-1: Klæmint A. Olsen 79.
5-1: Petur Knudsen 81.
6-1: Jens Joensen 84.
Dómari: Lars Múller
NSÍ: Símun Rógvi Hansen – Monrad Holm Jakobsen, Per Langgaard, Jens Joensen – Johan Jacobsen (Jonleif Højgaard, 78.), Petur Knudsen, Nikolaj Køhlert, Einar Tróndargjógv (Jannik Mathias Olsen, 78.) – Árni Frederiksberg, Klæmint A. Olsen, Pól Jóhannus Justinussen
Gult kort: Einar Tróndargjógv, Jens Joensen
Venjari: Anders Gerber
ÍF: Oliver Korch – Leivur Joensen, Bogi Reinert Petersen, Jan Ó. Ellingsgaard (Andrias Poulsen, 75.), Gunnar Christiansen – Kristoffur Jakobsen (John Daniel Guðjónsson, 68.), Karl Løkin – Dánjal á Lakjuni, Ari Ó. Ellingsgaard (Adeshina Lawal, 58.), Andy Ó. Olsen – Clayton Soares
Gult kort: Gunnar Christiansen
Venjari: Jógvan Martin Olsen