Í gjárkvøldið varð greitt, at liðskiparin í KÍ, Hjalgrím Elttør, heldur fram í felagnum.
Í gjárkvøldið skrivaði hann undir nýggjan sáttmála við klaksvíkingar fyri næsta kappingarár.
- Hetta er ein sáttmáli sum eg eri sera glaður fyri og eg eri spentur uppá næsta kappingarár, sigur hann við heimasíðuna hjá KÍ.
- Vit hava bygt upp eitt nýtt lið og við nýggja venjaranum og nøkrum nýggjum leikarum, vænti eg at vit eru á rættari kós, leggur hann afturat.
Á myndini hevur Hjalgrím Elttør, høgrumegin, akkurát skrivað undir nýggjan sáttmála og her tekur hann lógvatak við Karl Marius Poulsen, nevndarlim í sp/f KÍ fyri at staðfesta avtaluna.