Farec International við Óla Samró skipaði mánadagin fyri eini forvitnisligari ráðstevnu á Hotel Hafnia fyri at fáa sett hesi viðurskiftir undir sjóneykuna. Undir yvirskriftini Brexit – Tað vita vit, hevði hann sett saman eitt toymi av monnum, ið hvør í sínum lagið legði fram um hvørja ávirkan Brexit kann hava á ymisk økir, ið øll høvdu við fiskivinnu at gera.
Óli Samró segði í framløgu sínari, at eftir hansara metan, so standa stórar broytingar fyri framman og nógv av teimum arbeiðshættum vit kenna í dag, verða endurskoðaðir.
Til dømis metir hann, at prinsippið við relativum stabiliteti, har ein fastur prosentpartur av kvotunum er ásettur sum býtislykil, er ein farin tíð.
- Eftir Brexit, tá Bretland gerst eitt strandaland, verða tað so nógv áhugamál í samráðingunum, at tað verður vónleyst at halda fast í tann gamla býtislykilin. Eg vænti, at vit fara fáa fleiri seravtalur, ið lond gera millum sín, heldur enn at verða felags um kvoturnar, sigur Óli Samró.
Les meira í Sosialinum, ið kemur út mikudagin.