Danmark
Tað var sunnudagin eitt sindur upp og niður hjá føroysku landsliðsmonnunum í næstbesta donsku deildini.
Óli Johannesen og Hvidovre høvdu vitjan av botnliðnum B 1909 úr Odense. Hvidovre vann 2?0. Teir skoraðu í 34. og í 63. minutti. Komandi sunnudag skulu teir spæla á útivølli ímóti felagnum hjá Atla Gregersen, Randers Freja, men tá verður Óli Johannesen ikki við. Tá tað restaðu tólv minuttir sunnudagin fekk hann reyða kortið. Hetta var fyrsta reyða kortið, síðani hann kom til felagið hjá Peter Schmeichel, sum fyri fyrstu ferð í hesum kappingarárinum lyfti seg upp úr botninum.
Øssur Hansen var á B93 liðnum ímóti Randers Freja. Alt tóktist skulu ganga, sum tað frammanundan var roknað við. B93 setti hol á í 44. minutti, og í 61. minutti øktu teir til 2?0. Men so vendi tað. Tað restaðu sekstan minuttir, tá Randers Freja minkaði um munin, teir javnaðu níggju minuttir undan leikloki, og í síðsta minuttinum skoraðu teir sigursmálið.
Øssur Hansen var á B93 liðnum inntil støðan var 2?1.
? Eg kendi meg troyttan í beinunum eftir landsdystin mikukvøldið. Frammanundan hevði eg avtalað við venjaran, at tað kanska fór at vera neyðugt at fara av vøllinum, men eg hevði avgjørt ikki roknað við, at vit fóra at tapa.
Hetta sigur Øssur Hansen úr Keypmannahavn. Um orsøkina til tapið sigur hann, at tað kom panikkur í, tá mótstøðuliðið minkaði um munin og sigurin, sum tóktist vera tryggur var eitt sindur hóttur.
Synd er at siga, at føroyska landsliðsmenninir í næstbestu donsku deildini spæla fyri nógvum áskoðarum. Í Hvidovre møttu 558 upp, og á Etysturbrúgv vóru 310 og hugdu at B93. Í báðum førum var talan um færri áskoðarar, enn tað eru til nógvar dystir í bestu deildini í Føroyum.