Óli P. vorðin »keðiligur«

Trúði ongantíð, at eg skuldi fara at skriva nakað líknandi um multikunstnaran Óla P., hvørsmansogn hjá

flest øllum føroyingum og ein av mínum absoluttu favorittteknarum. Men í hesum døgum - líka síðani núverandi sjálvstýrissamgongu - so eru tekningar hansara, ella heldur sjálvur BOÐSKAPURIN ella SKEMTIÐ í Sosialinum vorðið alt meiri útvatnað, tannleyst og politiskt tendensiøst. Óli P. hevur sjálvsagt loyvi at hava sína politisku meining sum øll onnur, men eftirhondini hava sambandshugsanir hansara tíverri vunnið yvirhond og hava lagt sína køvandi hond á HUMORIN. Ókey, óivað smírast sambandsfólk og andstøðufólk sum heild, men er Sosialurin ikki longur eitt tíðindablað fyri ØLL? (hóast eyðsýniliga tilknýtið til javnaðarpolitikkin). Fullveldi ER eitt stórt og týdningarmikið mál, men hvat við okkum ?vanligu? føroyingum, ið yvirhøvur ikki eru áhugað fyri politikki og kanska als ikki velja nakran? Eg - og allarhelst fleiri við mær ? vóna, at Óli P. finnur aftur á ?gamlar gøtur? nakað skjótt, so hansara flogvit og deiligi humorur aftur fer at koma okkum ØLLUM við (og kanska fleiri fara at lesa Sosialin - og eg tími at keypa árbókina og vitja ólavsøkuframsýningina). Annars ein stór takk til Sosialin, at blaðið hevur ?goldið prísin? fyri ein veruliga professionellan teknara seinastu mongu árini til gleði fyri mong - sjálvsagt eisini fyri blaðið sjálvt.


Gevið skapandi teknarum kjansin

Síggi annars, at Dimma roynir seg við einum teknara (Martin) á baksíðuni fyri tíðina, og tað er at vóna, at blaðið heldur fast um hetta initiativið (og rindar prísin!). Hvar bleiv Guttesen teknarin av? Dimma hevur annars verið ?bedrøvilig? á hesum øki nú í nógv ár. Hví ikki brúka t.d. Hannis á Team85 meira, ella fara hansara góðu evni bara til reklamur og lýsingar? Ella hví ikki hava onkra teknirøð í blaðnum - t. d. eina føroyska?! Skrivið út eina kapping og motiverið serliga tey ungu, gevið teimum ein kjans, tí eg eri vísur í, at mong talent finnast runt um oyggjarnar umframt unga klaksvíkingin í Krydd - hann fer óivað at verða originalari við tíðini, tað er bara at dríva á. Alt er ikki bara teldugrafikkur ella hvat?!? Henda áheitanin er eisini galdandi fyri Sosialin og onnur.


Vinarliga

Marni Mortensen