Tær báðar donsku kvinnurnar, Louise C. Larsen og Amalie Foss, tann fyrra kunsthistoriker, mag. art. og hin tekstrithøvundi eru í hesum døgum við at skriva eina bók um blaðtekningina í Norðurlondum. Amalie Foss er abbadóttir kenda danska blaðteknaran Hans Bendix.
Í hesum sambandi hava tær víst stóran áhuga fyri framsýningini við blaðtekningum í Norðurlandahúsinum. Framsýningin hevur givið teimum íblástur til eisini at fáa teknarar úr Føroyum og Íslandi við í komandi fyrsta stórverk av sínum slag um norðurlendskar blaðteknarar og sera ríku søguna hjá blaðtekningini í Norðurlondum.
Sosialurin hitti tær báðar á Café Norden í Kjøpinhavn herfyri fyri at umrøða framsýningina, sum seinni í ár ella komandi ár verður sett upp á Bryggjuni í Keypmannahavn. Tað er í hesum sambandi, at tær eisini vilja seta ljóskastaran á Óla P og hansara teknilist.
Heitið á bókini verður Stregens Nødvendighed Kritisk bladtegning i NordenBókin verður gjørd í samstarvi við Teckningsmuseet i Laholm og Fiinish Comics Society i Helsinki.
Tær báðar siga m.a. við Sosialin: - Den nordiske bladtegning er en uhyre vigtig del af Nordens mediekultur og unik ved at vægte den kunstneriske linje. Et samarbejde på tværs af hele Norden vil være en meget vigtig manifestation for vores fælles kulturarv.
For den nordiske bladtegning er unik ved at forene kunst med kritik. Gennem at insistere på kunsten formår den at skabe synteser af dagens diskussioner, der bliver så centrale for vores forståelse af disse, at tegningerne siden bliver uundværlige i vore historiebøger.
Men hvad det er den gør, bladtegningen, og hvordan den får sin betydning, har ingen taget op til diskussion til nu og da slet ikke i nordisk regi.
Det er grunden til, at vi planlægger et bogværk over den nordiske bladtegning nu som før, der vil være rettet mod undervisere, journalister og alle andre interesserede siga tær báðar kvinnurnar.
Teir hava so eisini eitt ynski um at kunna geva bókina út um somu tíð, sum framsýningin Blaðtekning og demokrati letur upp á Bryggjuni í Keypmannahavn, helst á vári 2007.