Umleið 15. árið á rað skipar Sosialurin fyri framsýning í Smiðjuni í Lítluvík á ólavsøku. Framsýningin er vorðin fastur partur av tjóðarhátíðini og verður hon at síggja á loftinum í gomlu smiðjuni í Lítluvík, sum annars eisini er karmur um árligu framsýningina hjá Tórshavnar Býarsavn i.
Umframt tær umleið 150 tekningarnar, sum hava staðið í Sosialinum síðani seinastu ólavsøku, verður eisini annað forvitnisligt at síggja. Hesaferð verða tekningar, sum útlendskir starvsbrøður hjá Óla P hava teknað av honum á hansara mongu uttanlandaferðum, við á framsýningini. Á ferðum sínum hevur føroyski teknarin altíð dámt væl at hitta starvsfelagar, tosa við teir og eygleiða teir, meðan teir tekna fólk. Og í hesum sambandi hevur Óli P eisini verið offur. Ein tekning er úr Sankta Pætursborg, tvær úr París, ein úr Róma og ein út Prag.
Til jóla seinast gav Sosialurin út tí 15. bókina við tekningum hjá Óla P, sum hava staðið á baksíðuni í Sosialinum. Í hesum sambandi var gjørt meira burtur úr og valdi út ein fyrireikingarnevnd tær fimtan bestu øll hesi árini, tvs eina frá hvørjum ári. Allar hesar tekningar vórðu litlagdar av listamanninum Hannis Egholm, og verða tær allar við á framsýningini.
Á framsýningini verður eisini møguleika at síggja allar tær 2000 originaltekn ingarnar (viðundantaki av teimum, sum fólk longu hava ognað sær) ið teknaðar eru seinastu fimtan árini. Fólk hava møguleika at ogna sær allar hesar gomlu og nýggju gtekningarnar. Eisini ber til at bíleggja sær litir á ta teknng ella tær tekningar, sum ein ynskir at ogna sær.
Við øðrum orðum verður framsýningin bæði ein afturvendandi framsýning við teimum nýggjastu tekningunum men samtíðis er hon ein eisini ein møguleiki at gloppa dyrnar inn í tann stóra og fjøl broytta heim, sum Óli P við sínum tekningum í meira enn 15 ár hevur opinberað fyri okkum.
Framsýningin letur upp týsdagin 27. juli klokkan 15. Tá verður høvi at fáa sær ein kaffimunn umframt prát við fyrireikararnar og onkur av ofrunum hjá Óla P øll hesi árini. Framsýningin er síðani opin mikudag, hósdag, fríggjadag, leygardag og sunnudag frá klokkan 14 til 20.