Vitjar tú fólkavaldu tingini í okkara grannalondum, so er vanligt at síggja veggirnar í politisku korridorunum prýddar við tekningum hjá kendum blaðteknarum. Hesin táttur er nú eisini veruleiki á Føroya Løgtingi, har tekningar hjá Óla Petersen eru vornar veggjaprýði í nýumvælda løgtingsbygninginum. Edmund Joensen, tingformaður sigur við Sosialin, at nú tað er so vanligt at síggja blaðtekningar frá tí politiska umhvørvinum í fólkavaldu tingunum, so var tað upplagt eisini at prýða onkrar av
veggunum í løgtingsbygninginum við tekningum hjá okkara frægasta teknara, Óla
Petersen. Talan er fyribils um góðar 30 tekningar, sum hava staðið á baksíðuni í Sosialinum hesi seinastu 19 árini, og eru tær frá politiskum hendingum hesi árini. Helst koma fleiri aftrat. Edmund Joensen: -Vit hava roynt at fáa eitt arbeiðsligt og snotuligt tinghús. Í hesum sambandi hevur tað eisini stóran týdning at prýða hølini við føroyskari list, og partur av hesi listini er tann politiska listin, og tí hava vit valt at prýða veggir við politisku karrikaturunum hjá Óla Petersen.