Óli P hevur svarið til Una Arge

Donsk grundlóg og heimastýrislóg er tann rættur, Tjóðveldi borðreiðir við. Uppskotið til stjórnarskipan setti hinvegin Føroya fólk ovast

Sjúrður Skaale
-------
Í fjør teknaði Óli P ein føroying, sum spyr ein danskan poltikara: "Hvornår får vi selvbestemmelse?" Danski politikarin svarar: "Det er noget I SELV bestemmer!"
Undir tekningin stendur: "Eingin hevur forspurt seg - og tó..."
Henda tekningin rann mær til hugs, tá eg í Sosialinum mikudagin las ein spurning til mín frá Una Arge.
Uni sigur, í ramasta álvara, at "Sjúrður Skaale og hinir í stjórnarskipanarnevndini, ið taka undir við hansara sjónarmiðum, hava skyldu til at siga okkum, um vit samtykkja donsku grundlógina og heimastýrislógina, tá vit skulu atkvøða um stjórnarskipanina. Teir hava eisini skyldu til at siga okkum, um ein proklamatión kemur úr Danmark um, at Føroya fólk hevur givið seg undir donsku ríkiseindina, tá stjórnarskipanin er samtykt."
Hvussu í himmalsins navni kunnu vit hava "skyldu" til at fortelja Una nakað, sum vit einki vita um?
Og hví ólukkan skulu vit lata danir eiga definitiónsrættin uppá hetta? Uppskotið ásetti føroyskan sjálvsavgerðarrætt. Og honum ráða vit yvir. Júst sum Óli P segði.

Tjóðveldi garanturin fyri donskum heimastýri
Uni heldur, at um uppskotið til stjórnarskipan varð samtykt, høvdu vit "staðfest ta 160 ára gomlu donsku grundlógina sum evstu lóg í Føroyum og ta 63 ára gomlu heimastýrislógina sum hægri lóg enn okkara egnu stjórnarskipan".
Skilji hetta hvør skilja kann. Eg skilji tað so ikki. Um mann so leitar við luppi gjøgnum alt uppskotið, so finnur mann einki - ikki eitt tað einasta orð - sum kann leiða til hesa niðurstøðu.
Uppskotið til føroyska grundlóg ásetti hinvegin, at Føroya fólk hevur evsta valt í Føroyum, og fulla heimild at seta úr gildi tær lógir, sum Uni nevnir. Uppskotið ásetti, at vit ikki eru undirskipað Danmark, men hava sáttmála við Danmark.
Men nú er alt hetta líka mikið. Vit fáa helst onga føroyska grundlóg. Ein lítil meiriluti á tingi - við Tjóðveldinum á odda - hevur valt at kvala hana, so hon dettur burtur á ólavsøku.
Føroya fólk stendur so eftir við heimastýrislóg og danskari grundlóg. Takkað verið Tjóðveldinum.
7250 fólk valdu Tjóðveldi í 2008. Neyvan var tað hetta, tey ætlaðu sær...