Óli P 65

Í gjár fylti teknarin hjá Sosialinum, Óli Petersen 65 ár. Og tey sum eru komin so langt í hesi grein hava longu hug at smílast, tí Óli er eitt 65 ára gamalt dømi um, at so at siga alt í lívinum hevur eina stuttliga síðu, hava vit eitt opið sinni og vilja vit síggja tað stuttliga í øllum lutum.

 

Tað er eisini nakað stuttligt við teimum mest keðiligu menniskjunum, vit kenna, teimum í okkar eygum, røttu lívsfornoktarunum og Óli er meistarin at tekna hesar skuggasíður, so tær náa okkara smílibondum.

Um vit ímynda okkum, at øll fólk í samfelagnum vóru eins, øll fóru upp um somu tíð, røktu sínar skyldur, guldu rokningarnar rættstundis, bóru seg rætt at í hvørjari einastu støðu tey komu í. Um øll høvdu somu meiningar, talaðu við eini tungu og bara vóru mynsturborgarar. Á hvat lívið hevði verið keðiligt. Var alt soleiðis, so áttu vit ongan Óla og so hevði Óli helst gingið heilt anonymur onkunstaðni innan Klakk í Klaksvík, har hann var borin í heim í 1936, tá heimurin var ein heilt annar enn i dag, tó menniskjan er tann sama.

Óli hevur næstan profetisk evnir og hann sær nógv meira enn vit onnur, ella hann sær ørvísi enn vit onnur. Hann sær tað stuttliga, er satirikari um ein háls, og er ein meistari at síggja avleiðingarnar av tí sum hendir í samfelagnum, ikki bara í reinum bakklókskapi, tí hann hevur profetisk evnir.

Krevja vit av teknaranum, at hann skal vera óheftur, so køva vit hann beinanvegin. Og hvat er sannleikin, hetta er ein av teimum heilt stóru filosofisku spurningunum. Kendi heimsspekingurin Imanuel Kant, sáli, hevur eitt boð. Hann sigur: ?Tú kann ikki skilja sannleikan sum hann er, tú kann bara skilja hann soleiðis sum hann vísir seg fyri tær sjálvum.?

Tillukku við degnum og má tað komandi árini eydnast tær at ganda nógvar spannir av krunkasvørtum tusjblekki um til svalandi og forfrískandi smíl í okkara gerandisdegi, sum akkurát nú er fyltur av irriterandi dýggjvátari gráari eysturætt.

Jústinus