Tað verða útlendskir fótbóltsgestir á ólavsøku í ár. Hetta er einki nýtt fyribrigdi, og áður hava verið nógvir undirhaldandi dystir av hesum slagi á ólavsøku.
Í ár er tað HB, sum verður vertur fyri fótbóltsgestum úr Hvidovre í Danmark. Hvidovre spælir í næstbestu donsku deildini, men tað, sum ger hetta felag serliga lokkandi, er helst, at føroyski landsliðsspælarin, Óli Johannesen, spælir í Hvidovre.
Óli er ein av 11 yrkisspælarum, sum hoyra til felagið, og hann verður eisini mettur sum ein av teimum, sum eigur fast pláss á liðnum. Umframt yrkisspælararnar eru tveir aðrir sum hava sáttmála við felagið, meðan fimm amatørar eru í hópinum.
Venjarin vant TB
Millum spælararnar í Hvidovre eru onkrir, sum fótbóltsáhugaðir helst kennast við.
Ein av teimum er Allan Kuhn, sum hevur spælt í nógv ár, og eitt skifti var liðfelagi hjá Toda Jónsson í Lyngby. Ein annar er kanska Kaan Metins, sum hevur spælt í superligafelagnum AB.
Harafturat hevur venjarin hjá Hvidovre havt nógv samband við Føroyar.
Frank Skytte hevur í tveimum førum verið venjari hjá TB, og hann hevði eisini stóran leiklut í keypinum av Óla Johannesen. Frank Skytte hevur drúgvar royndir sum venjari.










