Tveir av landsliðsspælarunum, sum mugu roknast at vera í best fyri, eru ikki við í Liktinstein. Talan er um Óli Johannesen og Jákup Mikkelsen. Óli Johannesen varð skaddur undir venjing fyri knøppum tveimum vikum síðani. Tað hevur víst seg at taka longri tíð, enn teir í fyrstu atløgu høvdu vónað, at fáa bilbukt við skaðan. Óli Johannesen hevur ikki fingið vant, og tí var tað longu skírisdag greitt, at tað fór ikki at bera til hjá Óla at spæla við landsliðnum í kvøld.
Jákup Mikkelsen vardi 1. páskadag málið hjá Herfølge í 1. hálvleiki móti AGF. Men eftir steðgin kom Jákup ikki aftur á vøllin, og seinni hava vit frætt, at Jákup í 1. hálvleiki spældi við skaddum ælboga.
Longu undir upphitingini dragnaði okkurt í ælboganum, og sum 1. hálvleikur leið var skaðin so mikið meinur, at tað var ikki hugsningur um at spæla í 2. hálvleiki.
Á páskum bar ikki til at fáa nakra viðgerð fyri skaðan. Jákup, sum 1. páskakvøld gav avboð til Allan Simonsen, ið var staddur í Føroyum, skuldi í gjárkvøldið undir læknahond, og teir í Herfølge vóna, at hann verður klárur, tá teir sunnudagin skulu spæla toppdyst í Brøndby.
Jens Martin 50
Landsdysturin í Liktinstein í kvøld er tann 66. altjóða skrásetti, síðani FSF í 1988 fekk limaskap í FIFA. Síðani tá hava 69 føroyingar verið á fótbóltslandsliðnum. Flest landsdystir hevur Jens Martin Knudsen spælt. Hesa ferð er Jens Martin einsamallur málverji í ferðalagnum, og tí er tað frammanundan greitt, at tað verður spælandi venjarin hjá Leiftri, sum skal verja málið. Og tað fer Jens Martin at gera fyri 50. ferð á landsliðnum. Jens Martin, sum tá var 21 ára gamal, vardi málið í fyrsta dystinum, sum var í Akranesi 24. august í 1988. Ta ferðina taptu føroyingar 1?0, og í teimum 49 dystunum, sum Jens Martin higartil hevur spælt, hevur hann verið 135 ferðir í netinum eftir bóltinum.
Nú er Jens Martin 33 ára gamal. Hann hevur onkuntíð sagt, at hann fór ikki at gerast gamal á beinkinum, um Jákup Mikkelsen fór at verða málverji hvørja ferð. Hvussu tað verður við hesum, eru ongar ábendingar komnar um enn.
Jens Martin vardi føroyska málið í fyrsta EM undankappingardystinum, sum í fyrraárið var í Estlandi. Tá varð hann útvístur, og so hevði Jákup plássið inntil síðsta heyst. Eitt sindur óvæntað var tað, at Allan Simonsen gav Jens Martini plássið í Kekkia, men tað boðaði frá, at venjarin framvegis roknar veteranin, sum er elsti føroyski spælarin, at vera innarlaga í hópinum.
John Petersen verður í kvøld átjandi føroyski spælarin, sum røkkur 25 landsdystum. Allan Mørkøre spælir í kvøld fyri 49. ferð á landsliðnum, og Todi Jónsson, Øssur Hansen og Jan Dam røkka í kvøld 39 landsdystum.